september, 2026
2026leyg12sept21:0021:00 Við TjarnirEvent ends in Queen Machine + Moirae við Tjarnir
Útgreining
Ivaleyst besta Queen show í Evropa, Queen Machine, spælir við Tjarnir 12. september 2026. Atgongumerkini eru nú til sølu á tjarnir.fo Queen Machine hevur seinastu 10 árini spælt
Útgreining
Ivaleyst besta Queen show í Evropa, Queen Machine, spælir við Tjarnir 12. september 2026.
Atgongumerkini eru nú til sølu á tjarnir.fo
Queen Machine hevur seinastu 10 árini spælt omanfyri 700 konsertir kring Evropa og USA. Í heimlandinum Danmark, hava nakrir av størstu festivalunum og spælistøðum lagt pall til hetta stórsligna showið.
Tað er longu kunngjørt, at Queen Machine spæla í Royal Arena í Keypmannahavn og í Boksen í Herning næsta vetur, men áðrenn hetta, sleppa vit at uppliva teir á føroyskum palli við Tjarnir.
Hvør einasta konsert er eitt stórsligið og kompromisleyst show við nógvari orku og spæligleði.
Ódeyðiligu hittini hjá Queen fáast satt at siga ikki betri á palli enn, tá Queen Machine framførir tey. Hetta er eitt einastandandi show, ið rakar áskoðaran beint í hjarta.
Úr stóru lagaskjáttini hjá Queen leverar Queen Machine hitt sum; We Will Rock You, Bohemian Rhapsody, I Want To Break Free, A Kind Of Magic, Don’t Stop Me Now og Somebody To Love.
Her er einki spart, tá tað snýr seg um konfetti, ljós og pallbúnar.
Men mest av øllum so vera sangirnir hjá Queen framførdir við kærleika, nærlagni, virðing og orku av sera væl spælandi bólkinum, meðan karismatiski oddamaðurin Bjarke Baisner roynir at lyfta arvin eftir Freddie Mercury, við síni imponerandi rødd.
Í 2022 ferðaðist Queen Machine í Danmark, Svøríki, Monaco og Stórabretlandi. Serliga konsertin í London á Eventim Apollo (fyrrverandi Hammersmith Apollo), har Queen sjálvir hava spælt átta ferðir, stendur sum ein varði fyri Queen Machine. Konsertin varð framførd saman við London Symphonic Rock Orchestra og West End-stjørnuni Kerry Ellis.
Í 2023 luttók Queen Machine í beinleiðis sendingini ‘Knæk Cancer” á TV2 Queen Machine var av hyggjarum kosið sum kvøldsins besta innslag og var, saman við øllum Danmark, við til at savna 113 milliónir inn til danska krabbameinsfelagið.
Í 2024 var Queen Machine á konsertferð við Danmarks Underholdningsorkester, har ikonisku løgini hjá Queen fingu ein symfoniskan ljóm, Ferðin var ein dundrandi suksess við millum annað trimum útseldum konsertum í DR Koncerthuset í Keypmannahavn.
2025 byrjaði við fýra útseldum konsertum í Operahúsinum í Keypmannahavn við showinum “Our Night At The Opera”. Árið endar við yvir risastórari konsertferð, sum tekur støði í 40-árs hátíðarhaldinum fyri LIVE AID-konsertina frá 1985.
Tað er EpicLive, ið skipar fyri konsertini við Queen Machine í Føroyum.
Flýggja til tónleikin við Tjarnir
Tað verður ein av allarstørstu føroysku rokkbólkunum, Moirae, ið sleppur at hita pallin til Queen Machine við Tjarnir 12. september.
Hetta er fyrstu ferð í 7 ár, at Moirae spælir konsert alment. Í nítiárunum var bólkurin sera nógv virkin. Teir vunnu allar fyrstu Prix Føroyar kappingina í 1995 og spældu bæði heima og úti, inntil teir á ólavsøku 1998 góvust. Á Summarfestivalinum 2019 hevði bólkurin eina come back konsert, men hevur ikki verið á palli síðan.
Bólkurin gav tvær fløgur út, sjálvnevndu útgávuna Moirae í 1996 og Sangir úr náttini í 1998. Hesar fløgur standa sum varðar í føroyskum rokki, og sementera Moirae sum ivaleyst størsta navnið í føroyskum rokki í nítiárunum. Løg sum “Eg flýggi til tónleikin”, “Tú”, “Hvussu kann eg vita”, “Myndugleikin”, “Brillumenn” eru langt síðan vorðin fólkaogn.
Moirae gjørdist veruleiki mitt í nítiárunum, tá limir í Chase, Frændur, Terja & Føstufressum, Barlast, Rockmonnum, Musketerarnunum, Húskallum, Kim og Co. og the Funkies, stovnaðu tað, ið tá mátti metast sum ein veruligur føroyskur superbólkur.
Nú 30 ár eftir fyrstu útgávuna eru vit errin aftur at kunna bjóða føroyingum Moirae í allar bestu kørmum.
Á konsertini við Tjarnir verðu tað xx, ið avloysir Kaj Johannsen, sála, handan trummurnar. Men annars er manningin tann sama sum vit minnast: Terji Rasmussen, Kim Hansen, Hjalti Joensen og Mikkjal Joensen. Eisini tónleikurin er tann sami, føroyski nítíárarokkurin, sum bergtók føroyingar og støðugt ger.
Ger teg til reiðar at flýggja til tónleikin enn einaferð tá Moirea hitar upp fyri Queen Machine á Føroya størsta innandurða palli.
I Want It All – pakkin til tín, sum vilt hava alt
“It’s a kind of magic.” sungu Queen, og leygarkvøldið 12. September 2026 verður júst tað – ein heilt magisk uppliving við Tjarnir, har tú kanst njóta eina fullkomna samanseting av mati, drekka og fantastiskum tónleiki við Queen Machine. Umframt konsertupplivingina, er alt møguliga annað I Want It All pakkanum, ætlaður teimum, sum vilja hava tað besta, uttan nakrar avmarkingar:
Pakkin hevur:
Atgongumerki til konsertina
Ein leskilig og stór I Want It All–buffet og gott úrval av frímum drykkivørum alt kvøldið
Føst sitipláss í Risastovu og bestu plássini á tribununum
Avlagt sitiøkið á bestu plássunum á tribununum
Møguleikan at møta upp frammanundan, og byrja kvøldið í ró og góðum lag
Og fram um alt:
“We will, we will rock you” – og tú verður partur av tí heilt stóru Queen upplivingini, tá risashowið verður sett upp við Tjarnir.
Njót eitt heilt kvøld við Tjarnir við mati, drekka og fantastiskum tónleiki.
Hetta er pakkin til tín, sum veruliga vil kunna siga:
I Want It All – og eg fekk tað alt.