Beinleiðis marknaðarføring

Epic Live savnar bert teldupostadressur frá brúkarum, sum sjálvboðið melda seg til okkara tíðindabrøv og kunning.

Tá tú gevur samtykki, verður telduposturin brúktur til beinleiðis marknaðarføring – hetta fevnir um at senda tíðindabrøv, kunning um festivalar og tiltøk, møguligar kundakanningar og annað viðkomandi innihald.

Somuleiðis kunnu upplýsingarnar nýtast til statistisk greining.

Vit brúka ikki tín teldupost til onnur endamál og lata hann ikki víðari til triðjapartar.

Tú kanst til eina og hvørja tíð taka títt samtykki aftur – annaðhvørt við at trýsta á avmeldingarleinkjuna í telduposti ella tíðindabrævi, ella við at seta teg í samband við okkum.

Triðjapartsheimasíður

Pallurin hjá okkum kann innihalda leinkjur til aðrar heimasíður, sum vit tó ikki hava ræðisrætt yvir og ikki kunnu ábyrgjast fyri – hvorki fyri innihald ella fyri, hvussu tær handfara tínar upplýsingar. Tí mæla vit til, at tú lesur dátuverndarkunningina hjá hesum triðjapartsheimasíðum, tí teirra mannagongdir viðvíkjandi innsavnan og nýtslu av persónligum upplýsingum kunnu víkja frá okkara.

Vit selja ikki atgongumerki beinleiðis her á síðuni.Øll keyp og avgreiðsla fer fram umvegis atgongumerki.fo, sum er ein óheftur veitari. Tað er teirra ábyrgd at handfara upplýsingar í sambandi við bíleggingar.

Tín atgongd og rættindi

Sum einstaklingur hevur tú fleiri rættindi, tá tað kemur til, hvussu tínar dátur verða viðgjørdar:

  • Tú kanst biðja um at síggja, hvat fyri upplýsingar vit hava um teg.
  • Um okkurt er skeivt, kanst tú krevja at tað verður rættað.
  • Tú hevur møguleika at fáa strikað tínar upplýsingar, tá tær ikki longur hava eitt endamál.
  • Í ávísum førum kanst tú avmarka, hvussu vit brúka tínar dátur.
  • Tú kanst biðja um at flyta tínar upplýsingar til ein annan tænastuveitara.
  • Tú hevur eisini rætt at nokta, at tíni data verða brúkt – serliga viðvíkjandi marknaðarføring.
  • Verður ein avgerð tikin burturúr automatiskari viðgerð ella profilering, hevur tú rætt at mótmæla tí.
  • Hevur tú spurningar ella ynskir at brúka eitt av hesum rættindum, ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum – vit eru klár at hjálpa bæði umvegis teldupost og telefon.

Kontakt

Um tú ynskir at brúka tíni rættindi, sum nevnd eru omanfyri, ella ynskir at seta teg í samband við okkum viðvíkjandi viðgerðini av tínum persónligu upplýsingum, kanst tú seta teg í samband við okkum.

Sp/f DHS
Heygalíð 13
350 Vestmanna

[email protected]

Klaga

Um tú ert ónøgdur við okkara viðgerð av tínum persónligu upplýsingum, kanst tú klaga til okkum.

Metir tú, at vit ikki viðgera tínar persónupplýsingar í samsvari við reglurnar í dátuverndarlógini,

So kanst tú klaga til dátueftirlitið á [email protected] ella tlf: 30 91 00.