november, 2025
2025leyg29nov18:0018:00 Við TjarnirTiltaki er endaFØROYA STÓRSTA JÓLABORÐHALD 2025
Útgreining
Hvussu stórt kann eitt jólaborðhald vera? Svarið finna vit 29. november, tá Føroya størsta jólaborðhald verður við Tjarnir, og tað verður øgiliga stórt! Frá løtuni, tá tú kemur inn gjøgnum dyrnar og
Útgreining
Hvussu stórt kann eitt jólaborðhald vera?
Svarið finna vit 29. november, tá Føroya størsta jólaborðhald verður við Tjarnir, og tað verður øgiliga stórt!
Frá løtuni, tá tú kemur inn gjøgnum dyrnar og fær kaldar boblur í glasið til tú setur teg í bussin á veg oman aftur í býin, verður lagt upp til ársins veitslu.
Vit bjóða eina trírættar matskrá frá Hotel Brandan, nógv gott í glasið, Føroya besta undirhald, skemt, tónleik, felagssang og eitt risa dansigólv við túsundavís at veitsluhugaðum føroyingum. Alt í Føroya størstu veitsluhøll, hetta er uppskriftin til kanska besta jólaborðhald nakrantíð.
Bert tað besta er nóg gott, tí fer Føroya Bjór at skeinkja á Føroya Størsta Jólaborðhaldi. Har verður okkurt til allar gómar.
Millum tey, ið framføra vera Páll Oddur, Marius Ziska, RSP, Niclas Heri í Dynamit, Jón úr Grandmas Basement og Árni Andreasen. Hetta eru alt fólkakær og dugnalig tónleikanøvn, ið eru klár at geva okkum ársins veitslu við Tjarnir 29. november. Vit hava eisini tryggja okkum best møguligu viðspælararnar.
Bæði í egnum líki og sum backingbólkur hjá solistunum, er JA-Liðið garantur fyri góðum veitslulagi.
Við orkesturleiðaranum Henning Hjalt Nicodemussen, ið tryggjar góða stevið, songkvinnunum Maluni Eyðunsdóttir og Lailu Carlsen, tølandi bassinum hjá Kristoffur Mørkøre, meistarliga tangentspælinum hjá Magna Husgaard og frálíka gittarspælinum hjá Jóhan Ziskason, eru vit í heilt tryggum hondum.
Komandi tíðina fara vit at kunngera enn fleiri nøvn.
Um tit eru eitt arbeiðspláss, ein bindiklubbi, eitt fótbóltslið ella ein tónleikabólkur, ella um tú ert bara tú, so verður hetta veitslan, ið øll mugu uppliva.
Skunda tær, at tryggja tær og tínum atgongumerki á atgongumerki.fo, so er bara eftir at pussa dansiskógvarnar og byrja at gleða seg.
Gisting
Hotel Brandan og Hotel Hafnia hava sett saman serlig tilboð til okkara gestir, ið vilja gista har.
Fyritøka ella størri bólkar
Fyritøkur ella størri bólkar hava møguleika at bíleggja borðservering til borðhaldið.
Eisini ber til við avtalu at bíleggja sær egið høli
Matskrá
- Brellbitar við boblum
- 3 rættað jólamatskrá frá frá Hotel Brandan við drekkivørum undir borðhaldinum
- Kaffe/te og Avec.
Skrá
- KL. 18.00 – Dyrnar lata upp
- KL. 18.40 – Seating
- KL. 19.00 – Startskot
- KL. 23.45 – Borðhald endar
- KL. 23.45 – Dansur byrjar í Føroya Størsta náttklubba
18 ára aldursmark.
Við fyrivarni fyri broytingum í skrá.
Tíð
29.11.2025 18:00